
1. desember 2026
Alt á einum
og sama stað
Tómar øl einastaðni, tómar sodavatn aðrastaðni – hetta er ein farin tíð. Nú fáa Føroyar nýggja pantskipan.
LÆTT AT MINNAST
Útgjaldið er deilt
í tveir bólkar.
50 cl ella minni
2kr.
Meira enn 50 cl
4kr.
Kann eg panta hetta?








Einki til spillis!
Fløskur, dósir og onnur íløt uttan pant kunnu eisini latast til endurvinning, so tilfarið kann fáa nýtt lív.









Einki til spillis!
Fløskur, dósir og onnur íløt uttan pant kunnu eisini latast til endurvinning, so tilfarið kann fáa nýtt lív.
Ert tú í iva um pant er á?
Við PANT appini kanst tú skanna strikukoduna og alt fyri eitt síggja, um pant er á fløskuni/ílatinum.

Slepp av við íløt
Far har tú plagar
Sama hvar í landinum ílatið er keypt.
Kortið verður lisið inn…

Pant er endurvinning
Tá tú letur pant innaftur, ert tú við til at tryggja, at tilfarið verður endurvunnið og brúkt av nýggjum. Tú sparir bæði orku, rávørur og ger mun fyri umhvørvið.
Gott fyri umhvørvið
Tá tú pantar, hjálpir tú at minka um dálking og verjir náttúruna. Minni burturkast endar í náttúruni, og vit ansa upp á jørðina, vit liva á.
Minni burturkast
Pantskipanin ger tað lætt at lata íløt fara aftur í skipanina í staðin fyri at enda sum rusk. Tí minni burturkast vit hava, tess reinari verður okkara umhvørvið.
Tilfeingi í ringrás
Tá íløt verða endurnýtt, heldur enn brend, verða tey partur av einari ringrás. Tilfarið verður savnað, viðgjørt og brúkt aftur og aftur. Hetta kalla vit ringbúskapur.
FYRI SØLUSTØÐ
Skyldur, pantposar,
innsavning og avrokning
FYRI VEITARAR OG SØLUSTØÐ
Skráset fyritøkuna hjá PANT
Ofta spurdir spurningar
Kann eg panta alt?
Pantskipanin fevnir um skrásett drykkjuíløt úr plasti, glasi og metali, frá 15 cl til og við 3 litrar. Tú kanst panta fløskur og dósir við sodavatni, vatni, øli, djúsi, saft, siroppi, víni, brennivíni, smoothies og proteindrykkjum (uttan mjólk).
Onnur íløt og íløt uttan lesiliga strikukotu geva ikki pant, hóast flest teirra kunnu latast til aðra endurvinning.
Við PANT-appini kanst tú skanna strikukotuna og kanna, um pant er á ílatinum.
Hvussu nógv fái eg í pant?
Pantvirðið verður ásett eftir støddini á ílatinum.
Íløt, sum rúma 50 cl ella minni, geva 2 krónur í panti.
Íløt, sum rúma meira enn 50 cl, geva 4 krónur.
Skal ílatið vera heilt?
Fløskur og dósir skulu vera so mikið heilar og etikettin má sita á, at pantautomatin kann kenna skapið og lesa strikukotuna. Fløskur uttan etikett ella kroystar dósir, har strikukotan ikki kann lesast, geva onki pant.
Hvar kann eg lata pant inn?
Tú kanst lata pant inn har tú plagar.
Á kortinum omanfyri sært tú allar skrásettar pantstøðir kring landið.
G.G: Føroyskir framleiðarar eru bert álagdir at taka ímóti sínum egnu íløtum.
Nær byrjar nýggja pantskipanin?
Nýggja føroyska pantskipanin byrjar XXXX. 2026.
Hvat geri eg, um strikukotan ikki kann lesast?
Royn fyrst at venda ílatinum, so strikukotan vendir rætt móti lesaranum, og kanna at ílatið ikki er kroyst ella vátt júst omaná strikukotuni. Ert tú í iva, mást tú seta teg í samband við starvsfólkið á pantstaðnum.



