
Hvussu skipanin riggar
SUM ÁÐUR, MEN BETRI
Hvat broytist?
Tú keypir, drekkur og letur ílatið inn aftur – akkurát sum áður. Munurin er, at nú er tað ein felags skipan fyri allar fløskur og dósir.
ÁÐUR
Kundin var í stóran mun bundin at handlinum, har ílatið var keypt.
NÚ
Tú kanst lata øll pantíløt inn har tú plagar – óheft av, hvar tey vórðu keypt.
SOLEIÐIS RIGGAR SKIPANIN
Frá hillini og aftur í ringrásina
1
Framleiðari ella innflytari
setur vøruna á marknaðin.
→
2
Sølustaðið
selur vøruna til kundan.
→
3
Kundin
letur tóma ílatið inn aftur á einum pantstaði.
→
4
PANT
syrgir fyri innsavning og endurvinning ella endurnýtslu.
Hvar kann eg panta?
Tú skalt ikki longur fara við tómum ølfløskum einastaðni og sodavatnsfløskum aðrastaðni.
Nú kanst tú lata allar fløskur og dósir inn á einum og sama stað.
Ein pantskipan fyri allar Føroyar
Lættari at lata pant inn
Umhvørvið og brúkarin fyrst
LÆTT AT MINNAST
Útgjaldið er deilt
í tveir bólkar.
50 cl ella minni
2kr.
Meira enn 50 cl
4kr.
Hesum er pant á
Pantskipanin er víðkað og tekur nú eisini ímóti fløskum við djúsi, smoothies, proteindrykkjum og likørum.








Hesum er einki pant á
Fløskur, dósir og onnur íløt uttan pant kunnu eisini latast til endurvinning, so tilfarið kann fáa nýtt lív.









Ert tú í iva?
Við PANT appini kanst tú skanna strikukoduna og alt fyri eitt síggja, um pant er á fløskuni/ílatinum.

FINN PANTSTØÐ
Pantstøðir kring landið
Lat øll íløtini inn á einum stað – sama hvar tey eru keypt.


