
Fyri sølustøð
SKYLDUR
Skyldur hjá sølustøðum
Øll sølustøð, sum selja vørur við panti, skulu:
Skráset teg
í pantskipanina hjá PANT.
Tak ímóti øllum íløtum,
sum pant er á.
Rinda pantið aftur
til kundan.
Sortera tilfarið
eftir vegleiðing frá IRF.
Minst 8 tímar um vikuna
skal vera møguligt at lata pantíløt inn – í minst 1 tíma í senn.
Upplatingartíðir og pant skulu síggjast
Upplatingartíðirnar skulu hanga sjónligar, og pantið skal standa á prísskelti, kvittan, fakturu og í vørulýsingum.
KVITTAN
Pant á kvittan
Pantið kann standa sum egin linja á kvittanini, ella tað kann vera roknað við í vørulinjuni. Tað týdningarmesta er, at kundin sær, hvussu nógv pant er á.
HANDILIN
Sodavatn 33 cl
12,00
Pant
2,00
Sodavatn 1,5 l
24,00
Pant
4,00
ÍALT
42,00
Pant sum egin linja
HANDILIN
Sodavatn 33 cl
14,00
íroknað pant 2,00
Sodavatn 1,5 l
28,00
íroknað pant 4,00
ÍALT
42,00
Pant í vørulinjuni
MÓTTØKA
Soleiðis tekur tú ímóti pantíløtum
1
Kanna ílatið
Er tað tómt og í góðum standi?
2
Hald burturkast úti
Brotið glas og annað burturkast skal ikki í pantposarnar.
3
Ivast tú?
Skanna strikukotuna í PANT appini og sí beinanvegin, um pant er á.
Pantposar
Pant er eisini á pantposunum. Tað verður goldið aftur, tá ið posarnir verða latnir PANT. Posar og strips kunnu bíleggjast frá PANT / IRF.
PANTPOSI
1
Plastfløskur og dósir
PANTPOSI
2
Glasfløskur

PLAKAT
Rætt sortering gevur rætta avrokning
Hong kunningarplakatina upp, so starvsfólkið kenna mannagongdirnar. PANT útvegar plakatir, ella tú kanst taka tær niður her.
FYRI SKRÁSETT SØLUSTØÐ
Innsavning og avrokning
Innsavning
PANT savnar posar og komprimerað tilfar inn frá skrásettum sølustøðum eftir føstum rutum í økjum – vanliga eina ferð um vikuna. Ruturnar verða tillagaðar og eftirmettar eftir tørvi.
Kostar einki
Avrokning av pantposum
PANT teljar allar posar, og íløtini skulu kunna lesast maskinelt. Eftir teljingina verður avroknað, og tú fært:
- pantvirðið
- 15 oyru í handfaringargjaldi fyri hvørt ílat
- pantið á posunum aftur
Avrokning frá komprimerandi fløskuautomati
Avroknað verður eftir dátum frá automatinum sambært avtalu millum PANT, sølustaðið og veitaran av automatinum. Teljingarnar verða deildar dagliga.
15
oyru
fyri hvørt ílat
Í sjálvgreiðsluni sært tú avrokningina fyri hvønn dag og hvønn automat.
KOM ÍGONGD
Soleiðis kemur tú ígongd
Áðrenn tú byrjar
- Fyrireika roknskapar- og kassaskipanina
- Avger, um móttøkuskyldan skal flytast
- Avger, hvør skal hava atgongd til sjálvgreiðsluna
PANT hjálpir við
- Skráseting
- Innsavningarrutum
- Posum og strips
- Vegleiðing um sortering